Yvirfriðingarnevndin

Nevndarlimir:
Henrik Møller, sorinskrivari, formaður
Helgi Dalh Michelsen
Jan Sørensen
Elsa Østergaard
Michael Jacobæus
 
Skrivari hjá nevndini er Petur Flugge.

Yvirfriðingarnevndin er sett sambært § 11 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

Yvirfriðingarnevndin staðfestir ella broytir avgerðir tiknar av lokalu friðingarnevndunum og tekur støðu til umsóknir um undantøk frá lógini og mál um náttúrufriðing.

Avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndini kunnu vanliga ikki skjótast inn fyri dómstólarnar, samanber tó § 73 í grundlógini um ognartøku.

Nevndin er vald fyri 6 ár í senn, seinast í juli 2019.


Samband

Dómaraskrivstovan

C. Pløyensgøta 1

FO-110 Tórshavn

Telefon: +298311003

Email: post@sorinskrivarin.fo