Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2025 og skal komandi fýra árini sita fyri og hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. 

Stýrið hevur tilsamans sjey limir; seks eru valdir eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, meðan formaðurin er valdur uttan tilmæli. Harumframt eru varalimir tilnevndir.

Hesi eru limir í ALS-stýrinum:

·       Alfred Petersen, advokatur, stýrisformaður

·       Elin Sørensen, næstforkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, stýrislimur

·       Birgir Waag Høgnesen, starvsfólk Føroya Fiskimannafelag, stýrislimur

·       Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stýrislimur

·       Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, stýrislimur

·       Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja, stýrislimur

·       Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, stýrislimur

ALS-stýrið verður valt sambært § 4 í ALS-lógini og sambært kunngerðini um val av stýri fyri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina.