Leys størv

  • Leiðsluskrivari

    Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum skrivari er leyst at søkja í Umhvørvismálaráðnum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður at seta 15. august ella eftir nærri avtalu.

    Umhvørvismálaráðið er nýtt ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Umhvørvismálaráðið umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

    Um starvið

    Høvuðsuppgávurnar hjá skrivaranum eru at:

    • Virka sum skrivari hjá landsstýriskvinnuni. Talan er um vanligar skrivarauppgávur, eitt nú telefonavgreiðslu, at røkja kalendaran og avgreiða fyrisitingarlig mál umframt rættlestur.
    • Samskipa innanhýsis og uttanhýsis fundarvirksemið hjá landsstýriskvinnuni.
    • Fyrireika aðrar umboðandi uppgávur hjá landsstýriskvinnuni.
    • Samskipa samskiftið við Løgtingið og landsstýrið.
    • Fylgja málum upp og í samskifti við innanhýsis og uttanhýsis partar tryggja, at málini verða avgreidd.

    Aðrar uppgávur:

    • Samskipa ferðir hjá landsstýriskvinnuni
    • Samskipa almenn og onnur tiltøk, hátíðarhald og vitjanir
    • Taka lut í umboðandi uppgávum
    • Taka lut í øðrum fyrifallandi uppgávum í stjórnarráðnum

    Útbúgving- og førleikakrøv

    Umsøkjari skal hava skrivstovuútbúgving ella sambæriliga viðkomandi útbúgving ella royndir. Neyðugt er at duga væl at málbera seg munnliga og skrivliga á føroyskum og norðurlendskum og annars megna samskifti á enskum. Neyðugt er at vera fyrikomandi og at duga væl at samskifta og samstarva.

    Tað verður væntað, at tú sýnir ábygd og skilvísi. At tú ert ágrýtin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki. Harafturat verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, men at tú eisini dugir at samskifta og samstarva við onnur. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan skrivstovuyrkið.

    Vit bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv í einum politiskum og fakligum umhvørvi, ið hevur við sær góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

     

    Setanarvirðurskifti

    Starvið verður sett frá 15. august og er lønt sambært sáttmála við Starvsfelagið.

    Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

    Umhvørvismálaráðið

    Gongin 7

    Fo-110 Tórshavn

    ella umvegis teldupost á umhvorvi@umhvorvi.fo

    Umsóknarfreist

    Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. apríl 2023 kl. 12.00.

    Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á tlf. 556076 ella umvegis teldupost á pole@umhvorvi.fo

  • Løgfrøðingur

    Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv í Umhvørvismálaráðnum við setan frá 15. august ella skjótast til ber.

    Umhvørvismálaráðið er nýtt ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

    Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

    Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

    Starvið

    Arbeiðið fevnir m.a. um

    • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
    • at ráðgeva landsstýriskvinnuni og leiðsluni
    • at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í heimligum og altjóða høpi
    • at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvismálaráðnum

    Neyvu arbeiðsøkini verða avtalað við leiðsluna við støði í tørvi og førleikum.

    Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk, tá ið á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.

     

    Førleikakrøv

    Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.

     

    Vit vænta, at tú

    • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev
    • hevur góð samstarvsevni
    • arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt
    • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
    • ert tænastusinnað/-ur og fleksibul

    Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.

     

     

    Lønar- og setanartreytir

    Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

     

     

     

    Umsóknarfreist

    Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2023 kl. 12:00.

     

    Starvið verður sett frá 15.  august 2023 ella skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á pole@umhvorvi.fo ella á tlf. 556076.