Bygnaður

Umhvørvismálaráðið er umsitingin hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum.

Fulltrúar og ráðgevar umsita fleiri málsøki hvør og samskifta við stovnar um hesi. Harumframt hava fulltrúar og ráðgevar stovnseftirlit, tó at fíggjarfulltrúin hevur fíggjareftirlit við stovnunum. Fíggjarfulltrúin umsitur § 18 á fíggjarlógini.

Fyrisitingareindin umsitur bókhaldið í sjálvum stjórnarráðnum umframt bókhaldið hjá nevndum, ráðum o.tíl. á § 18. Fyrisitingareindin hevur eisini rættlestur og skrivstovuuppgávur um hendur.