Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt (ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt (ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
Uppskotið snýr seg um at broyta løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, soleiðis at pantumsitarin fær heimild at krevja pant og rakstrargjald, eisini í teimum førum har innflytari ella framleiðari ikki veitir neyðugt skjalprógv rættstundis.
Endamálið við uppskotinum er at gera innkrevjingina av panti og rakstrargjaldinum einfaldari og tryggja, at hesi kunnu innheintast skjótari.
Uppskotið gevur heimild at nýta hægra talið av vekt ella litrum á tollrokningini sum grundarlag fyri uppkrevjing, tá neyðug skjalprógv fyri innihaldi, mongd, stødd og slag av íløtum vanta. Hetta eggjar samstundis innflytarar og framleiðarar til at veita skjalprógv rættstundis, fyri at sleppa undan ov høgum gjaldi.
Landsstýrisfólkið fær heimild at áseta nærri reglur um, hvussu upphæddir skulu roknast, hvussu freistir og gjaldfreistir verða ásettar, og hvussu rættingar og møguligar afturberingar av uppkravdum peningi skulu fremjast. TAKS fær harumframt heimild at fremja panting ella afturhald í A-inntøku fyri eftirstøðu.
Ætlanin er, at broytingin skal koma í gildi á vári 2026, samstundis sum høvuðslógin kemur í gildi.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast til teldupost umhvorvi@umhvorvi.fo. Hoyringarfreistin er sett til 5. desember 2025.
Javntekstur Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Nr. 40 Frá 16. Mai 2024 Um Pantskipan Fyri Íløt
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Nr. 40 Frá 16. Mai 2024 Um Pantskipan Fyri Íløt 281025