Uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum

Heiti
Uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum.
Frágreiðing

Rakstrarkunngerðin er tillagað aling av fiski, her fyrst og fremst laks og síl, sum fyrst vera ald sum smolt í feskum vatni á landi fyri síðan at verða koyrd á sjógv tá smoltini gerast sjóbúgvin.

Fremsta endamálið við nýggja uppskotinum er at fáa ásetingar um sjúkufyribyrgjandi rakstur, sum eisini umfata aling av øðrum djórum, t.d. kræklingi og aling av tara. Harafturat eru í hesum uppskoti greiðari reglur um landaling, t.d. aling av laksi ella rognkelsum á landi í innpumpaðum sjógvi.

Eisini eru gjørdar aðrar broytingar í galdandi kunngerð. Hetta snýr seg bæði um nýggjar ásetingar og um at galdandi ásetingar eru orðaðar neyvari.

Nágreining er um útgerð og innrætting fyri at tryggja vælferðina, somuleiðis eru krøv rundanum mekaniska lúsaviðgerð.

Møguleiki verður fyri, at hava tveir árgangir av alifiski á sama alifjørði, um so er at fjarstøða og vandameting annars loyvir tí. Hetta tí at nakrir av defineraðu alifirðunum eru so stórir, at tað ber til at ala við eins stórari, ofta størri fjarstøðu enn tá alt verður á tveimum alifirðum. Eisini er eftir vandameting møguligt at hava landstøð á øðrum firði.

Alistøðirnar eru vorðnar munandi størri og umfatandi enn tær vóru fyri fáum árum síðani. Títtleikin fyri djóralæknaeftirlit er hægri har stórar nøgdir vera aldar og har fleiri fiskasløg eru (t.d. laksur og rognkelsi).

Ummælisfreistin er farin
23.01.2019
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
21.12.2018
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av albrúkum.pdf