Uppskot til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, til hoyringar

Frágreiðing

Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn 8 míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.

Freistin at gera viðmerkingar er sett til mikudagin 28. august 2024.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 165 Argir, us@us.fo. Viðmerkingar til skjal 1 skulu gerast eftir serligum leisti, sí vegleiðingina í hoyringarskrivinum ella við at senda viðmerkingar til us@us.fo.

 

Ummælisfreist
28.08.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Øki
umhvørvi
Slag
kunngerð
Dagfesting
10.07.2024
Samband
Umhvørvisstovan
Tak niður
Hoyringarskriv Kunngerð Um Sigling Fram Við Landi (004) Uppskot Til Kunngerð Sigling Fram Við Landi Har Fuglur Heldur Til Viðgjørt Uppskot Frá US 10 07 2024