Uppskot til kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt.
Neyðugt er at áseta gjøldini, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur fyri eftirlit sambært løgtingslóg nr. 68 frá 5. mai 2022 um mát og vekt, í kunngerð, av tí at bæði Landsgrannskoðanin og Løgmálaráðið hava víst á, at verandi loysn við príslista ikki er nøktandi.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið kannar og váttar mátitól sambært reglum, ásettar við heimild í § 2, stk. 3-5 í løgtingslógini um mát og vekt (fyrr anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om Erhvervsfremme). Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger tískil reglulig eftirlit við øllum vektum, ið verða nýttar til inn- og útviging í sambandi við sølu, og við øllum nøgdarmátarum, sum verða nýttir til at máta rúmd í sambandi við sølu. Fyri hetta virksemið verða gjøld tikin, ið ætlandi skulu svara til útreiðslurnar av virkseminum. Í høvuðsheitum er hetta starvsfólkaútreiðslur og útreiðslur av samstarvsavtalu við FORCE Technology, ið tryggjar, at føroysku sertifikatini eru fevnd av altjóða DANAK akkrediteringini, sum er av stórum týdningi fyri føroysku útflutningsvinnuna.
Í 2022 vóru inntøkurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum av málsøkinum 720 t.kr., meðan útreiðslurnar vóru um 850 t.kr.
Eftir siðvenju er kostnaðurin fyri viðkomandi eftirlit ásettur í einum príslista, sum er gjørdur eftir einum leisti, ið varð avtalaður millum táverandi Vinnumálaráðið og Arbeiðseftirlitið í 2009. Í 2022 hevur Landsgrannskoðanin tó víst á, at ásetingin av gjøldum fyri eftirlit hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við mát og vekt var ivasom og ógreið, og at hendan átti at verið gjørd við kunngerð. Metingin hjá Løgmálaráðnum er eisini, at gjaldsásetingin í § 6 í løgtingslóg um mát og vekt, er orðað soleiðis, at gjøldini eiga at verða ásett í kunngerð.
Uppskotið til kunngerð ger ikki broytingar í verandi kostnaði, men talan er í høvuðsheitum um eina lógarfesting av verandi kostnaði. Føroyska kostnaðarstøðið er í hesum sambandi áleið 5-10 % hægri enn í Danmark, men hetta er ein væl lægri kostnaður, enn um vinnan hevði verið noydd til at fingið útlendskar tænastuveitarar til Føroyar.
Føroyska prísskipanin er gjørd í tráð við prísskipanina hjá FORCE Technology.
Væntandi er neyðugt at prísjavna kostnaðin við umleið 5% um árið, av tí at útreiðslurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru tengdar at kostnaðinum av m.ø. lønum og einari prísjavnan av samstarvsavtaluni við FORCE Technology á 2% um árið. Kunngerðaruppskotið hevur í sær sjálvum ikki fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, av tí at talan bert er um at staðfesta verandi gjøld í kunngerð.