Uppskot til kunngerð um fýrverk o.a.

Heiti
Uppskot til kunngerð um fýrverk o.a.
Frágreiðing

Gamla kunngerðin um fýrverk er gomul og ótíðarhóskandi. Tí er uppskot gjørt til nýggja kunngerð um fýrverk. Kunngerðaruppskotið hevur heimild í løgtingslóg um fýrverk, løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi og løgtingslóg um tilbúgving.

Kunngerðaruppskotið hevur m.a. ásetingar um:

  • Teknisk krøv til fýrverk: Tíðarhóskandi krøv, ið m.a. tryggja somu dygdar-, flokkingar- og merkingarkrøv, sum eru galdandi grannalondunum og ES – t.d. krav um CE merking og ásetingar av mest loyvda óljóðsstigi.

  • Innflutning av fýrverki: Góðkenning av innflytara og greiðari ásetingar um, hvat fyri fýrverk kann innflytast.

  • Goymslu av fýrverki:  Greiðari teknisk krøv til goymslur – bæði tær hjá innflytara og smásølum. Heimild hjá kommununum at góðkenna goymslur.

  • Søla: Greiðari reglur um kringumstøðurnar fyri fýrverkssølu, t.d. hvørjum umstøðum fýrverk kann seljast undir og nær. Føroya Landfúti er loyvismyndugleiki í samband við sølu – hetta er ásett í fýrverkslógini.

  • Nýtsla av fýrverki: Greiðar ásetingar um aldursmark; nær fýrverk kann skjótast, t.e. 31. desember til 2. januar; avmarkingar av hvar fýrverk kann skjótast og greitt bann fyri at nýta neyðrakettir sum fýrverk.

  • Revsing: Greiðar revsiásetingar fyri brot á kunngerðina.

  • Eftirlitsheimildir: Greiðar eftirlitsheimildir /-skyldur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, løgregluni og kommununum.

Niðanfyristandandi ásetingar eru nýggjar:

  • Fýrverksgoymslur á sølustaðnum skulu góðkennast av kommununum / tilbúgvingarliðunum hjá kommununum. Størri goymslur skulu góðkennast av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

  • Heimild er hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at afturkalla vandamikið fýrverk.

  • Vanligt brúkarafýrverk (F2) kann skjótast uttan loyvi frá 31. desember til 1. januar. Hetta er ikki lógarásett sum er, men praksis er at skjóta fýrverk frá 27. desember og nakrar dagar inn í januar. Talan er tískil um eina avmarking av verandi støðu. Onnur nýtsla krevur loyvi frá Føroya Landfúta.

  • Kommunurnar og Arbeiðs- og brunaeftirlitið fáa heimild til at seta bann fyri nýtslu av fýrverki á ávísum økjum, har sum vandi kann standast av hesum – t.d. kann Tórshavnar kommuna banna nýtslu av fýrverki á Reyni.

  • Frástøðukrøv, soleiðis at ikki kann skjótast nærri enn ávíst frá eldhættisligum virksemi, djórahaldi og bygningsopum.

  • Greitt bann og revsing fyri at nýta neyðrakettir sum fýrverk.

  • Greitt krav um løggilding frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til at nýta yrkisfýrverk.

  • Ávís størri battarí, ið nú eru vanligt brúkarafýrverk, gerast yrkisfýrverk, har sum løggilding krevst fyri at nýta tey, aftaná 2024.

Skotið er upp, at kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2024. Verandi goymslur av fýrverki og øðrum pyrotekniskum evnum skulu lúka ásetingarnar í kunngerðini í seinasta lagi 1. juli 2024.

Eru spurningar til kunngerðaruppskotið, eru tit vælkomin at venda tykkum til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á arb@arb.fo ella telefon 664400.

Møgulig hoyringarsvar skulu sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo í seinasta lagi 22. november 2023.

Ummælisfreistin er farin
22.11.2023
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
25.10.2023
Málsviðgjørt
ARØ
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Fýrverk O.A.