Uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Heiti
Uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Frágreiðing

Uppskot til løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Barsil til foreldur at fleirburum, fleiri vikur í barsil til ættleiðingarforeldur, leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt, javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsil til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni) verður hervið sent tykkum til hoyringar.

Høvuðsendamálini við uppskotinum eru at geva foreldrum at fleirburum rætt til fleiri vikur í barsilsfarloyvi at halda samstundis, at geva foreldrum møguleika at leingja barsilsfarloyvið, um barn teirra verður innlagt á sjúkrahúsið og at árliga javna hámarkið fyri barsilspening. Harumframt verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar.

Kunnað verður um, at ásetingar um fleksiblan barsil ikki eru við í hesum uppskotinum, men at arbeiðið við hesum heldur fram, og helst verður lagt fram eftir ársskiftið.

Hoyringarfreistin er sett til Fríggjadagin 15. novembur 2024 kl. 12:00.

Vinaliga sendið møguligar viðmerkingar til umhvorvi@umhvorvi.fo

 

 

Ummælisfreist
15.11.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
16.10.2024
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Løgtingslóg Um Barsilsskipan Javntekstur (1)