Uppskot til broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum

Heiti
Uppskot til broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
Frágreiðing

Umhvørvismálaráðið sendir við hesum uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum (Um at strika kravið um at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini) til ummælis.

Stýrið fyri ALS hevur heitt á landsstýriskvinnuna í Umhvørvismálum um at strika kravið um, at arbeiðsleys á fiskavirki skulu vera tøk á arbeiðsmarknaðinum fyri at hava rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Broytingin, ið stýrið fyri ALS mælir til, er í tráð við verandi mannagongdir, og tí hevur uppskotið ikki umsitingarligar broytingar við sær. Umframt nevndu broyting verður inngangurin rættaður, so stytta heitið á heimildarlógini verður nevnt.

Møguligar viðmerkingar skulu vera Umhvørvismálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. desember 2024 á teldupostadressu umhvorvi@umhvorvi.fo.

 

 

Ummælisfreistin er farin
09.12.2024
Ráð
Umhvørvismálaráðið
Dagfesting
25.11.2024
Tak niður
Uppskot Til Broytingarkunngerð