30.10.2019 · Umhvørvismálaráðið

Yvirlýsing: Vilja verja norðurlendska havøkið

Yvirlýsing: Vilja verja norðurlendska havøkið

Norðurlendsku umhvørvismálaráðharrarnir hava skrivað undir yvirlýsing, ið skal virka fyri burðardyggum norðurlendskum sjógvi, styrkja norðurlendska havbúskapin og avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, undirritaði fyrrapartin yvirlýsingina fyri Føroyar eftir norðurlendska ráðharrafundin í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi, har ársfundur Norðurlandaráðsins er í hesum døgum.

Norðurlond liva í samljóði við náttúruna, og sjóøkið hevur alstóran týdning fyri bæði búskapin og vælferðina. Sjógvurin er viðkvamur fyri teimum broytingum, ið standast av veðurlagsbroytingum og øktum virksemi í okkara øki. Veðurlagsbólkurin hjá ST, IPCC, hevur staðfest, at sjógvurin gerst alsamt flógvari um okkara leiðir, ið broytir vistskipanina og havstreymin, og harvið eisini havtilfeingið.

- Føroyar eru eitt av londunum, ið hava størri havøki enn landøki, og vit liva av tí, sum havið hevur. Tí eigur verja av havinum altíð at hava høga raðfesting hjá okkum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Við yvirlýsingini staðfesta norðurlendsku ráðharrarnir týdningin av at skerja útlátið bæði á landi og sjógvi, og virkast skal áhaldandi fyri virknum granskingarsamstarvi fyri at skilja broytingarnar betur, so neyðugar tillagingar kunnu gerast.

Yvirlýsingin kann lesast her.

Svøríki hevur havt formansskapin í Norðurlandaráðnum, og høvuðsevnið í ár hevur verið veðurlagsbroytingar og burðardygd.

Mynd: Frá vinstru Helgi Abrahamsen, Føroyar, Isabella Lövin, Svøríki, Gudmundur Ingi Gudbrandsson, Ísland, Ola Elvestuen, Norra, Krista Mikkonen, Finnland, Lea Wermelin, Danmark.