04.12.2020 · Umhvørvismálaráðið

Uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til ummælis

Uppskot til kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju  til ummælis

Freistin at lata inn ummæli er 15. januar 2021

Uppskotið hevur til endamáls at minka um ampa og skaðilig árin, sum óljóð frá skipum við bryggju hevur á fólk, sum búgva nærindis havnarløgum.

Løgtingslóg um umhvørvisvernd (umhvørvisverndarlógin) hevur m.a. til endamáls at fyribyrgja og minka um ampa av larmi, sbr. § 1, nr. 2, og  lógin skal serliga brúkast til at tryggja eginleikar í tí ytra umhvørvinum, sum hava týdning fyri tey heilsufrøðiligu og rekreativu lívskorini hjá menniskjum sbr. § 1, stk. 2.

Eftir umhvørvisverndarlógini § 3, stk. 3, hevur tann, sum útinnir virksemi, haðan óljóð kann elva til dálking, skyldu til at fremja tær atgerðir, sum krevjast til at fyribyrgja og forða fyri óljóðsdálking, og at leggja virksemið soleiðis til rættis, at tað í minstan møguligan mun elvir til dálking.

Havnarmyndugleikin skipar skipavirksemið við bryggju og skal tí tryggja, at skip, sum leggja inn í havnina, ikki elva til munandi óljóðsdálking í bústøðum kring havnarlagið. Tað kann tó vera ógreitt, júst hvat óljóðsstig ið skal vera at rokna sum óljóðsdálking, sum sleppast skal undan. Fólk kring havnarløg, hava serliga ampa av lágfrekventum óljóði, sum ofta stavar frá skipsmotorum, og tí verður  skotið upp at áseta markvirðir fyri lágfrekvent óljóð, mátað innandura í bústaðarbygningum, bústovnum og sjúkrahúsum. Tey fyrstu markvirðini koma ætlandi í gildi 1. juli 2021, og síðan lækka tey í tveimum stigum, fyrst 1. januar 2023 og síðan aftur 1. januar 2025, sbr. Skjal 1.

Uppskotið fevnir í útgangsstøðinum um allar føroyskar havnir, men Umhvørvisstovan skal kunna veita havnum, har ið eingir trupulleikar eru av óljóði frá skipum við bryggju, undantøk.

Uppskotið áleggur í fyrstu atløgu havnarmyndugleikanum at máta lágfrekvent óljóð inni í einum hóskandi tali av bústaðarbygningum, bústovnum ella sjúkrahúsum, sum eru serliga ábær fyri óljóði frá skipum við bryggju. Endamálið er at kortleggja óljóðsstøðuna, tá ið gangurin frá skipum við bryggju verður mettur at vera upp á tað mesta. Óheft fakkøn skulu gera kanningarnar í samsvari við mannagongdina í Skjali 2, og Umhvørvisstovan skal góðkenna kanningarætlanina.

Fyri at kunna fylgja óljóðsstøðuni í økjum, har ið tað er serliga ábært fyri óljóði frá skipum við bryggju, skal havnarmyndugleikin harumframt seta upp í minsta lagi eina og alt eftir umstøðunum fleiri fastar ljóðmátingarstøðir, sum áhaldandi máta lágfrekvent óljóð. Geva slíkar áhaldandi mátingar greiðar ábendingar um, at lágfrekvent óljóð frá ávísum skipi ella skipum fer upp um tey ásettu markvirðini, kann Umhvørvisstovan krevja, at mátingar verða gjørdar inni í bygningum, sum eru serliga ábærir fyri óljóði, meðan viðkomandi skip liggja við bryggju. Umhvørvisstovan kann í tí sambandi eisini krevja, at sjálvt skipið verður kannað nærri.

Við støði í úrslitunum av ljóðmátingum inni í bygningum og áhaldandi ljóðmátingum í økjum nærindis havnarlagnum skal havnarmyndugleikin við boðum ella atgerðum tryggja, at tey ásettu markvirðini verða hildin. Havnarmyndugleikin ræður sjálvur fyri, hvussu hann røkkur endamálinum at halda tey ásettu markvirðini. Talan kann vera um at flyta skip, at vísa skipum burtur, at útvega skipum landsstreym o.s.fr. Havnarmyndugleikin skal harumframt tryggja, at skip við bryggju og skipavirksemi á havnarløgum nærindis bústaðarbygningum, bústovnum og sjúkrahúsum, ongantíð larma meira enn neyðugt.

Umhvørvisstovan skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar.

Freistin at lata inn ummæli er 15. januar 2021.

Uppskotið kann lesast her