20.12.2023 · Umhvørvismálaráðið

Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Umhvørvismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi

Søkt verður eftir løgfrøðingi til fast starv í Umhvørvismálaráðnum við setan frá 1. mars ella skjótast til ber.

Umhvørvismálaráðið er nýtt ráð, við nógvum týðandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa, viðgera og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til.

Starvið

Arbeiðið fevnir m.a. um

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
  • at ráðgeva landsstýriskvinnuni og leiðsluni
  • at luttaka í og leiða verkætlanir og umboða stjórnarráðið í heimligum og altjóða høpi
  • at samskifta við og stuðla stovnum undir Umhvørvismálaráðnum

Megin arbeiðsøkini verða náttúru- og umhvørvisøkið umframt arbeiðsmarknaðarøkið.

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og neyðugt er at taka tøk, tá ið á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi við nógvum samskifti úteftir.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv.

Vit vænta, at tú

  • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev
  • hevur góð samstarvsevni
  • arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • ert tænastusinnað/-ur og fleksibul

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.

 

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsóknarfreist

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2024 kl. 12:00.

Starvið verður sett frá 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á pole@umhvorvi.fo, tlf. 556076 ella til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á hilmarh@umhvørvi.fo, tlf. 558090