27.07.2018 · Umhvørvismálaráðið

Turkiski sendiharrin til fótbóltsdyst í Føroyum

Turkiski sendiharrin til fótbóltsdyst í Føroyum

Í sambandi við, at turkiska stórfelagið Besikas spældi Europa League dyst ímóti B36 í Gundadali í gjár, vitjaði turkiski sendiharrin í Danmark, Kenan Ipek, í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum nýtti tí eisini høvi at bjóða sendiharranum á fund í morgun.

Bæði turkiski sendiharrin í Danmark og danski sendiharrin í Turkalandi vóru til dystin í Gundadali saman við landsstýrismanninum. Danski sendiharrin í Turkaland, Svend Olling, hevur hildið summarfrí í Føroyum.

Fríhandilssáttmálin millum Turkaland og Føroyar hevur verið í gildi í eitt knapt ár og á fundinum í morgun umrøddu Poul Michelsen og Kenan Ipek, hvussu handilssambondini landanna millum kunnu økjast – bæði tá talan er um útflutning av fiskavørum, men eisini á innflutningsøkinum. Eisini varð tosað um samstarvsmøguleikar á øðrum økjum.

Á myndini eru Svend Olling, danskur sendiharri í Turkalandi, Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Kenan Ipek, turkiskur sendiharri í Danmark.

Á myndini eru Svend Ollding, danskur sendiharrin í Turkalandi, Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Kenan Ipek, turkiskur sendiharri í Danmark