23.02.2018 · Umhvørvismálaráðið

Tryggja vakstrarlíkindi fyri skapandi vinnuspírar

Hósdagin 22. februar hevði Løgtingið aðalorðaskifti um skapandi vinnur. Grundarlagið undir aðalorðaskiftinum var frágreiðing um skapandi vinnur, sum varð handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttaríkis- og vinnumálum.

"Føroyar hava allar fortreytir fyri at fáa lut í vøkstrinum í skapandi búskapinum, og við at raðfesta skapandi vinnurnar, verður grundarlag fyri einum meiri fjøltáttaðum, spennandi og framsóknum vinnulívi," segði Poul Michelsen í røðu síni.

Hann mælti til tvær meginreglur til tess at tryggja vakstrarlíkindi fyri skapandi vinnuspírar í Føroyum.

  • At gera tað einfaldari hjá øllum íverkstarum at koma í gongd og
  • At seta smidligar skipanir í verk, sum kunnu stuðla upp undir ymsu skapandi vinnugreinarnar sær tá ið tað er best og sum lyfta í felag har sum tað ber til.

Øll røðan hjá Poul Michelsen kann lesast her.

Til ber at lesa orðaða politikkin um skapandi vinnur her, og átøkini fyri skapandi vinnur her.