07.04.2020 · Umhvørvismálaráðið

Sperdar fyritøkur kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur

Sperdar fyritøkur kunnu fáa stuðul til fastar útreiðslur

Hjálparpakki 2 varð einmælt samtyktur í Løgtinginum í gjárkvøldið.

Eitt átak í hjálparpakkanum er, at sperdar fyritøkur kunnu fáa fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur. Stuðulsskipanin fevnir um allar fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av sínum umsetningi.

Stuðul verður latin fyri skjalprógvaðar fastar útreiðslur sum húsaleiga, el, hita, fjarskifti, rentur, trygging o.l.

Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin. Fyritøkur, sum hava fleiri sjálvstøðug rakstrarstøð, fáa pengar til hvørt rakstrarstað.

Stuðulin er stigvísur. Fyritøkur, ið hava mist millum 40 og 60 prosent av umsetninginum, fáa 50 prosent endurrindað. Fyritøkur, ið hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum fáa 75 prosent endurrindað

Les meira um stuðulsskipanina her.

Gongst sum ætlað kann søkjast um stuðul síðst í apríl, tá ið stuðulsskipanin eftir ætlan er farin at virka.

Umsóknir og skjalprógv skulu latast Vinnuglugganum hjá TAKS.