06.01.2020 · Umhvørvismálaráðið

Skulu rinda minni inn í ALS

Skulu rinda minni inn í ALS

Nú fer ALS-gjaldið at lækka.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent kunngerðaruppskot og lógaruppskot til hoyringar í dag, har lagt verður upp til at lækka ALS-gjaldið úr 1,25% niður í 1%.

Tað vil siga, at øll, sum rinda inn í arbeiðsloysisskipanina, skulu rinda minni.

Við árslok 2019 var eginognin hjá ALS umleið 910 milliónir krónur.

- Fíggjarstøðan hjá ALS er nú so góð, at tað ber til at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd, og tí er ráðiligt at lækka inngjaldið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Samstundis er ætlanin at bøta um støðuna hjá teimum, sum eru arbeiðsleys.

Skotið verður upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75% upp í 80% av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mest møguliga arbeiðsloysisstuðulin við 1.000 krónum – upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Broytingarnar verða framdar eftir tilráðing frá stýrinum í ALS.

Hoyringarfreistin er 29. januar 2020.

Kunngerðaruppskotið um at lækka ALS-gjaldið kann lesast her.

Lógaruppskotið um at hækka arbeiðsloysisstuðulin kann lesast her.