16.11.2018 · Umhvørvismálaráðið

Sjóvinnudagur í Kongshøll

Sjóvinnudagur í Kongshøll

Í gjár skipaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip fyri sjóvinnudegi í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Endamálið við degnum var at savna tey, sum á ymsan hátt varða av sjóvinnu í Føroyum til sínámillum kunning og orðaskifti um, hvussu sjóvinnugeirin kann mennast enn meira.

“Mín visión er, at vit skulu vinna Føroyum sæti sum heimsins fremsta sjóvinnutjóð og gerast ein maritimur tænstu- og vitnanardepil, sum heimurin framhaldandi setur í sambandi við dygd og trygd,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í røðu síni.

Hann legði dent á, at seinni árini eru fleiri átøk sett í verk fyri at styrkja um kappingarførið hjá Føroyum sum sjóvinnutjóð, teirra millumlóggávudagføringar og miðvís marknaðarføring av FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini. Samstundis eru onnur átøk á veg, til dømis limaskapur í Paris Mou, sum er eitt formligt samstarv millum flaggstatir í Europa, sum setir trygd og umhvørvi í fremstu røð, og tí styrkir um ímyndina av FAS og Føroyum sum undangonguland á sjóvinnuøkinum.

Umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið greiddi frá høvuðsniðurstøðunum í Sjóvinnupolitikkinum frá 2017, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum,  legði fram um FAS og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, vísti á bæði møguleikar og avbjóðingar hjá føroysku sjóvinnuni.

Eisini Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri Fíggjarmálaráðið greiddu frá átøkum á ávikavist útbúgvingar- og skattaøkinum, umframt at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, eisini tók lut.