22.07.2019 · Umhvørvismálaráðið

Semjuskjal undirskrivað við Bláa Kross Føroya og Altjóða Bláa Kross

Semjuskjal undirskrivað við Bláa Kross Føroya og Altjóða Bláa Kross

Í farnu viku skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Petur Jákup Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, undir semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv.

Í samsvari við tey mál, sum Føroyar hava sett, og sum eisini eru í tráð við heimsmálini hjá ST, skal samstarvið fevna um menningarátøk við denti á máttmenning (capacity development) innan raðfestu økini heilsu, útbúgving av ungdómi, børnum og serliga gentum, sum skulu fáa førleikar til at kunna lívbjarga sær á haldgóðum grundarlagi.

Blái Krossur Føroya og Altjóða Blái Krossur hava í eitt tíðarskeið arbeitt við verkætlanini ‘Life Skills and Peer Education’, sum hevur til endamáls at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu og kynsrelateraðum harðskapi millum ung í N’djamena, Sarh og Moundou økjunum í Kjadd. Dentur verður eisini lagdur á menning av lokala Bláa Kross felagsskapinum og samstarv við heilsu- og undirvísingarmálaráð, sum framhaldandi skulu virka fyri endamálinum, tá ið ítøkiliga verkætlanin er lokin.

“Vit í Føroyum kunnu eisini læra nógv at hesi verkætlanini”, sigur Petur Jákup Petersen, og vísir m.a. til samstarvið við SSP og Fólkaheilsuráðið um fyribyrging av rúsevnismisnýtslu millum ung í Føroyum.

“Seinastu tíðina hava vit lagt dent á at gera strategiskar avtalur við føroyskar felagsskapir og stovnar, soleiðis at neyð- og menningarjáttanin frameftir í størri mun gagnnýtir føroyska vitan og førleikar í humaniterum arbeiði kring heimin. Tað gleðir meg, at avtalan við Bláa Kross er við til at tryggja børnum í Kjadd eitt haldgott lívsgrundarlag”, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.