25.06.2019 · Umhvørvismálaráðið

Semjuskjal millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fiskaaling

Semjuskjal millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fiskaaling

Í gjár skrivaðu Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, undir semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv, sum ber í sær, at Føroyar í størri mun fara at brúka vitan og førleikar í samstarvi við menningarlond.

Ætlanin er, at viðkomandi fólk úr londum, har aling er á menningarstigi, í eina tíð fáa høvi at arbeiða hjá Fiskaaling við tí fyri eyga at fáa innlit og kunnleika til aling, sum kann nýtast víðari í heimlandinum.

Fiskaaling arbeiðir dagliga við gransking, ráðgeving og menning av aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni. Talan kann tí vera um til dømis skiftislestur fyri lesandi, uppihald hjá vísindafólki ella førleikamenning hjá starvsfólki, sum í menningarlondum arbeiða við somu økjum, sum Fiskaaling hevur serliga vitan um.

”Endamálið við leistinum er – við einum føroyskum íkasti – at geva viðkomandi pørtum møguleika at menna egnar stovnar og vinnur á burðardyggum grundarlagi. Tí vóni eg, at fleiri enn Fiskaaling, bæði privatar vinnulívsfyritøkur og almennir stovnar, við tíðini gerast partur av tílíkum samstarvi. Semjuskjalið er enn eitt fet á leiðini hjá almennu Føroyum at brúka føroyska vitan og føroyskar førleikar heldur enn einans at lata reiðan pening. Tað er samtundis við til í størri mun at menna báðar partar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Eftir ætlan koma fyrstu fólkini til Fiskaaling seinni í ár.