01.11.2017 · Umhvørvismálaráðið

Røða allahalgannadag 2017

Røða allahalgannadag 2017

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, helt í dag vegna Føroya landstýri røðu á minningarhaldi teirra sjólátnu.

Góðan dag, øll somul.

Lat meg fyrst takka Vinnuháskúlanum fyri aftur í ár at veita okkum innivist og Sjónmansmissiónini fyri fyriskipan.

Óvissa og saknur. Orðini bæði eru líka stutt sum tey eru greið. Og sjáldan er høvið meira hóskandi at brúka hesi ófrættakendu orð, enn í dag, nú vit minnast tey, sum hava látið lív á sjónum í farna árið.

Óvissan og saknurin eru fastgrógvin í føroysku fólkasálina frá fyrndartíð.

At liva av havinum við havinum er dýrabart, men vandafult.

Samstundis sum sjógvurin føðir føroyingar, krevur sjógvurin miskunnarleysur sítt fyri fisk og fong. Onkuntíð heilar manningar, sum ganga burtur. Onkuntíð einstaklingar. Onkuntíð í illveðri á opnum havi, men viðhvørt eisini í logn í tryggari havn.

Í stórverkinum “Skipini fara” hevur Mikines málað eina kvinnu, sum langtandi lítur út í havsbrúnna, har eitt skip er um at hvørva úr eygsjón. Kvinnan á myndini er bæði vónrík og óttafull. Vónin um at túrurin skal eydnast, kámast av óttanum fyri, at skipið ikki vinnur uppaftur land. Og fyrr enn tey síggjast aftur, seta óvissa og vón hvørt um annað sín dám á tilveruna.

Gerandisdagurin er sjálvandi nógv broyttur, síðan næstan eitt heilt ættarlið fór til sjós um várið, og ikki kom aftur fyrr enn um heystið.

Skipini eru tryggari og samskiftistøknin tekur broddin av ótta og stúran. Men tá lagnustundin, ið skilmarkar lív frá deyða, rakar, eru sorgin og saknurin óbroytt.

Í einum meira døprum verki hevur Mikines málað tríggjar kvinnur, sum sita í eini dimmari stovu og syrgja saman.

Myndin eitur “Saknur” og Mikines skal hava sagt, at íblásturin til Sakn fekk hann úr heimbygdini, sum undir uppvøkstri hansara var illa rakt av vanlukkum. Á døpru myndini er kortini ein bjørt ljósglæma.

At tjóðin steðgar á á minningardegi teirra sjólátnu sigur ikki bara nakað um umstøðurnar og náttúrugivnu korini í Føroyum. Minningarhaldini kring landið bera eisini boð um samanhaldið millum okkum sum fólk. At tá ið á stendur, og sorg og deyði vitja, tá hyggja vit ikki burtur.

Í svárastu stund standa vit saman við teimum, sum hava mist. Vit ugga, vísa virðing og stuðla. Vit royna at kveikja lívsmót, finna vónina - tá máttloysið er um at taka yvir.

Kanska er tað hetta samanhaldið, sum ljósglæman á myndini hjá Mikinesi ímyndar. Ein farra av vón og samanhaldi mitt í sakninum og óvissuni.

Við dugnaligum, væl útbúnum sjófólki og góðum, tryggum skipum fegnast vit, tá farið loysir frá landi og setur kós út í havsbrúnna. Slíkt leggur støði undir ein fjølbroyttan føroyskan búskap. Men ongantíð er hetta vandaleyst, og ongantíð uttan ótta. Havið er og verður ein góður tænari, men ein óunniligur harra.

Tað er mín vón, at vit vísa hesum minningardegi størstu virðing og sóma, soleiðis sum tað sømir seg eini siglandi tjóð. Tað veri seg í fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrari vinnu. Vit vilja standa saman við teimum sum hava mist – vísa okkara virðing og samkenslu – ásannandi, at óvissan og saknurin altíð verður ein partur av okkara lívsgrundarlagi.

Á døpru myndini hjá Mikinesi er tað bjarta ljósglæman, sum sigrar á myrkrinum. Vónin vinnur á óvissuni. Og tey góðu minnini hjálpa okkum at liva við sakninum.

Við hesum fáu orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina - at lýsa samkenslu við tykkum, sum mist hava.

Saman drýpa vit høvur í sorg.

Síðan allahalgannadag í fjør eru hesir føroyingar deyðir á sjónum.

- Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal.

- Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal.

- Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.

- Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal. 

- Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.

Latið okkum saman minnast teir í tøgn.

Friður veri við minni teirra.

Takk fyri.