26.11.2021 · Umhvørvismálaráðið

Røða til Dugna, tá ið Kærleikskúlan 2021 varð avdúkað

Røða til Dugna, tá ið Kærleikskúlan 2021 varð avdúkað

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður bar fram hesa røðu til Dugna, tá ið Kærleikskúlan 2021 varð avdúkað.

Góðan dag

Fyrst av øllum vil eg takka fyri høvið at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu.

Kærleikskúlan, sum verður avdúkað í dag, er ein savnaragripur. Eg rokni við at tey eru mong, sum eiga allar kærleikskúlurnar, og sum hanga tær upp á hvørjum ári sum jólaprýði, og hjá summum hanga tær sum pynt alt árið.

Kúlan er ein karmur, sum er bæði øðrvísi og munandi minni, enn tey lørift og rúm, sum listafólkini eru von at brúka, men tey fylla henda karmin so væl og ymiskt, at tað hvørt ár er eitt serstakt og fullfíggjað lítið listarverk, sum vit sleppa at uppliva.

Og tey sum samla upp á kærleikskúluna, fáa við árunum eina hugnaliga og tætta framsýning við einum breiðum úrvali av verkum frá nøkrum av okkara fremstu listarfólkum.

Men kærleikskúlan er ikki bara ein savningarlutur. Hon er eisini nakað, sum vit savnast um. Tí tá ið vit keypa kærleikskúluna, eru vit saman um at stuðla arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Vit kunnu siga at vit savnast um boðskapin, sum Dugni leggur í kærleikskúluna. Sum sagt verður í innbjóðingini til hesa hátíðarløtuna, eru ikki tvær kúlur eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.

Hetta er boðskapurin, sum Dugni stendur fyri, og sum tit hvønn dag virka fyri at fremja í verki. Eitt samfelag, har brúk er fyri okkum øllum, og sum øll hava møguleika fyri at geva sítt íkast til.

Dugni er eitt kjarnuamboð í strembanini at skapa rúmliga arbeiðsmarknaðin. Við útbúgving og arbeiðstilboðum virkar Dugni fyri at stuðla fólki at finna og brúka sínar førleikar, eisini um ymsar avbjóðingar gera tað trupult at fáa ella at røkja eitt starv í einari fyritøku ella almennum stovni.

At tað ber til at fáa 9. floks prógv í skúlanum við Áir, er hjá mongum atgongumerki til arbeiðsmarknaðin og til samfelagið. Tað kunnu vera so nógvar orsakir til, at vaksin ikki hava havt møguleikan at fullføra skúlan fyrr, og tá er hetta skúlatilboðið fantastiskt.

Tit skapa rúm fyri teimum, sum ikki fingu tjansin í fyrsta umfari, og eisini fyri tey, sum koma úr øðrum londum, og sum skulu læra seg okkara mál, fyri at sleppa inn á útbúgvingar og á arbeiðsmarknaðin.

Eg havi sjálvur undirvíst í nógv ár í føroyska fólkaskúlanum og eg tori at siga, at ikki so sjáldan hevði eg næmingar, sum høvdu ymiskt at stríðast við. Tá soleiðis er, so er tað júst sum tit í Dugna siga og gera, at neyðugt er at taka støði í einstaka næminginum og eisini at góðtaka ymisleikan. Mínar royndir eru, at fylgir tú hesum meginreglum, so gongur rættan vegin fyri næmingin, og tú sum lærari fært tað tvífalt aftur - á so mangan hátt – frá næminginum.

Týdningurin av arbeiðinum, sum Dugni ger, havi eg eisini sæð týðilig úrslit av, serliga árini eg var borgarstjóri. Hugaligt og lívsjáttandi at síggja og uppliva, at menniskju við skerdum førleika høvdu fingið lívsmótið og lívsgleðina aftur og kundu gerast virkin partur av arbeiðsmarknaðinum – takkað veri miðvísa arbeiðinum hjá tykkum í Dugna.

Tí Dugni brúkar til fulnar møguleikarnar, sum tað gevur at vera partur av arbeiðsmarknaðinum, men við einum serligum endamáli sum ger, at tit ikki liggja undir øllum teimum somu krøvunum, sum galda á restini av arbeiðsmarknaðinum.

Dugni hevur gagnnýtt hetta til at gera týdningarmiklar uppgávur, sum als ikki verða loystar á einum marknaði í vanligari kapping.

Eg hugsi serliga um tað stóra arbeiðið, sum Dugni ger fyri endurnýtslu og umhvørvisvernd. Tit gera tað lætt at koyra lutir til endurnýtslu, heldur enn í rusk. Á verkstøðum tykkara umvæla tit lutir, sum koma inn, og nógv hugflog og skapandi evni verða nýtt at gera gott nýtt burtur úr gomlum tilfari. Við tykkara snøggu handlum og góðu fyridømum, ganga tit undan í endurnýtslurákinum og gera tað smart at endurnýta.

Tit gera tað møguligt hjá fólki við lítlari inntøku at innrætta seg vakurt og virðiligt, og soleiðis minka tit eisini beinleiðis um fíggjarliga ójavnan í samfelagnum.

Dugni hevur eisini hjálpt íverksetarafyritøkum, m.a. við at at pakka og merkja vørur. Hetta eru uppgávur, sum hava alt at siga fyri at vørurnar kunnu koma á marknaðin, men har sum nøgdirnar eru ov smáar til, at tað ber til at hugsa um eitt nú pakkimaskinur.

Eg ivist ikki í, at tað eru nógvar uppgávur afturat hjá føroysku vinnuni og helst eisini hjá tí almenna, sum kunnu gerast hjá tykkum á Dugna, ella sum starvsfólk, ið verða førleikament á Dugna, kunnu røkja í fyritøkum.

Arbeiðið á tykkara verkstøðum og tykkara handlum gevur nógvum fólkum innihald í gerandisdegnum, tí vit hava øll tørv á at vera partur av samfelagnum. Vit mugu hava sosial sambond í gerandisdegnum, vit mugu hava eina rútmu, hava nakað at fara upp til og fáa møguleika at gera nakað til nyttu.

Í okkara tíð fer hetta fyri ein stóran part fram á arbeiðsmarknaðinum. Tí kann tað vera so svárt, tá ið fólk missa sambandið við arbeiðsmarknaðin og tí er tykkara uppgáva so týdningarmikil.

Eins og Dugni er kúlan rund og rúmlig. Skapið og tilfarið bera við sær avbjóðingar, men við hugflogi og skapanarevnum ber til at fáa tað mest ótrúliga burturúr.

Akkurát sum við okkum menniskjum.

Takk fyri.