11.06.2019 · Umhvørvismálaráðið

Ráðstevna um sjálvstýrandi londini í Norðurlondum

Ráðstevna um sjálvstýrandi londini í Norðurlondum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttók á ráðstevnu í Álandi um ríkisrættarligu støðurnar hjá sjálvstýrandi londunum í Norðanlondum og leiklut teirra á altjóða pallinum.

Ráðstevnan var partur av stóra fólkafundinum Aalandica Debatt, ið varð hildin í samband við tjóðardag Álands 9. juni. Á ráðstevnuni luttóku eisini umboðum úr Grønlandi og Íslandi, umframt ráðharrar úr Svørríki og Finnlandi.

Álendski samstarvsráðharrin í norðurlandamálum, Nina Fellman, hevði í hesum sambandi bjóðað Poul Michelsen og grønlandska samstarvsráðharran, Vittus Qujaukitsoq at taka lut í pallborðsfundi. Kjakið snúði seg um støðuna hjá sjálvstýrandi londunum í Norðurlondum og leiklut teirra á altjóða pallinum. Umrøtt varð, hvør munurin á londunum er, og hvussu skipanirnar við Danmark og Finnland virka.

Poul Michelsen hitti eisini umboð fyri álendsku stjórnina, og umrøddu mál av felags áhuga. Í samband við fólkafundin luttók landsstýrismaðurin eisini í kjaki, sum flokkurin Ålands Framtid, ið arbeiðir fyri størri sjálvstýri í Álandi, skipaði fyri.

“Tað er týdningarmikið at gera slíkar vitjanir, og harvið fáa størri innlit í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum,” sigur Poul Michelsen. “Tað er greitt at Føroyar, Grønland og Áland eru sera ymisk lond, og fyri at menna og styrkja okkara samstarv á norðurlendska pallinum er neyðugt at hava hendan ymiskleika í huga.”


(Vittus Qujaukitsoq, Nina Fellman og Poul Michelsen.)