23.08.2018 · Umhvørvismálaráðið

Poul Michelsen, landsstýrismaður, setti Føroyska Creative Business Cup 2018

Poul Michelsen, landsstýrismaður, setti Føroyska Creative Business Cup 2018

Poul Michelsen, landsstýrismaður setti kappingina fyri skapandi íverksetarafyritøkur, Creative Business Cup, sum var í stásiligu Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í gjár.

Í røðuni legði landsstýrismaðurin dent á góða samstarvið millum føroysku vinnuframapartarnar og Fróðskaparsetrið, sum í felag skipa fyri kappingini. Eisini røddi hann um vaksandi týdningin av íverksetan og nýskapan, og at hesi evni fáa veruligt rúm í alla undirvísingarskipanina, líka frá barnaskúlanum til hægstu útbúgvingarstigini.

Røðan kann lesast her

Kappingina vann Sverri Nolsøe, sum hevur ment trygdarknøttin “Safe Friend”, og hansara tign Fríðrikkur krúnprinsur handaði honum virðslønina. Sverri fer tí at umboða Føroyar í altjóða Creative Business Cup Finaluna, sum verður í Keypmannahavn í november.

Sverri Nolsøe, vinnari av føroyska CBC 2018