19.09.2025 · Umhvørvismálaráðið

Nýtt ALS-stýri

Nýtt ALS-stýri

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina. Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2025 og skal komandi fýra árini sita fyri og hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. 

Stýrið hevur tilsamans sjey limir; seks eru valdir eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, meðan formaðurin er valdur uttan tilmæli. Harumframt eru varalimir tilnevndir.

Hesi eru limir og varalimir í ALS-stýrinum:

Stýrisformaður og varastýrisforkvinna:

·       Alfred Petersen, advokatur, stýrisformaður

·       Doris Bjarkhamar, ráðgevi, varastýrisforkvinna

Umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt:

·       Elin Sørensen, næstforkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, stýrislimur

·       Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, varastýrislimur

Umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum:

·       Birgir Waag Høgnesen, starvsfólk Føroya Fiskimannafelag, stýrislimur

·       Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, varastýrislimur

Umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum:

·       Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stýrislimur

·       Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, varastýrislimur

Umboðandi privatu arbeiðsgevararnar:

·       Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, stýrislimur

·       Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, varastýrislimur

·       Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja, stýrislimur

·       Stefan í Skorini, stjóri hjá Reiðarafelagnum, varastýrislimur

Umboðandi tað almenna sum arbeiðsgevara:

·       Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, stýrislimur

·       Anita Fuglø, stjóri í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, varastýrislimur

 

ALS-stýrið verður valt sambært § 4 í ALS-lógini og sambært kunngerðini um val av stýri fyri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina.