17.06.2020 · Umhvørvismálaráðið

Nýggjar leiðreglur fyri heimkomnar útisiglarar og arbeiðandi føroyingar

Nýggjar leiðreglur fyri heimkomnar útisiglarar og arbeiðandi føroyingar

Nú eru nýggjar leiðreglur galdandi fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum enn teimum, sum latið er upp fyri. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá hesum bólkum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá ið hesi eru heimafturkomin til Føroya.

Nýggju leiðreglurnar merkja, at heimkomnir útisiglarar og arbeiðandi føroyingar kunnu loysast úr heimauppihaldinum skjótari við at lata seg kanna tvær ferðir. Sostatt verður heimauppihaldið fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar stytt, tó er hetta treytað av, at hesi lata seg kanna skjótast gjørligt eftir komu og aftur seks dagar eftir fyrstu kanning. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning.

Leiðreglurnar fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim úr øðrum enn teimum fimm londunum, eru hesar:

  1. Ferðandi fara beinleiðis í heimauppihald eftir komu til Føroya.
  2. Ferðandi skulu lata seg kanna skjótast gjørligt - helst sama dag, sum komið verður heim. Ferðandi kunnu seta seg í samband við kanningarstovuna Thetis fyri at verða kannað.
  3. Seks dagar eftir fyrstu kanning skulu ferðandi aftur lata seg kanna. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning.
  4. Negativ kanningarúrslit við komu og síðani aftur seks dagar eftir fyrstu kanning loysir tann ferðandi úr heimauppihaldinum.
  5. Øll fólk, sum nýliga eru komin til landið, eiga at vera serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin.

Koronakanningarnar verða framdar á kanningarstovuni hjá Thetis í Tórshavn. Tann ferðandi rindar sjálvur fyri kanningina. Les meira og bílegg tíð til kanning á www.thetis.fo.

Landsstýrið mælir framhaldandi føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland.

Les meira um ferðing til og úr Føroyum her.