16.04.2024 · Umhvørvismálaráðið

Nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin

Nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur í dag tilnevnt nýtt stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita 5 limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár, tó soleiðis at ávikavist 3 og 2 stýrislimir vera tilnevndir hvørja ferð. Nýggju limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur tilnevnt eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.

Nýggja stýrið er sostatt mannað soleiðis:

Teitur Samuelsen

Petur Even Djurhuus

Ingibjørg Berg

Rakul í Gerðinum

Maud Hilduberg

Landsstýriskvinnan takkar fráfarandi limunum fyri tíðina og ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum.