24.07.2023 · Umhvørvismálaráðið

Nú venda vit gongdini saman

Nú venda vit gongdini saman

Í meira enn tíggju ár hava vit økt um útlátið av vakstrarhúsgassum á hvørjum ári. Men nýggjastu tølini, sum Umhvørvisstovan hevur latið úr hondum, vísa, at útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði í fjør.

“Hetta vísir, at vit eru við at koma á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja eina munandi minking komandi árini,” sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.

Útlátið í 2022 var 6 % minni enn í 2021. Um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við í uppgerðini, var minkingin í útlátinum 14 %.

“Bara í ár fremja vit 7 av teimum 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið hevur samtykt. Næsta ár fremja vit minst 10 afturat. Nú mugu vit venda vit gongdini saman,” sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Í frágreiðingini verða orsøkirnar til minkingina greinaðar. Millum annað sæst, at høvuðsorsøkin er størri el-framleiðsla frá varandi orkukeldum, umframt at oljunýtslan hjá bilum og húsarhaldum minkaði. Les alla frágreiðingina her.