06.05.2025 · Umhvørvismálaráðið

Nú ber til at søkja um stuðul til umhvørvisverndartiltøk

Nú ber til at søkja um stuðul til umhvørvisverndartiltøk

Á fíggjarlógini fyri 2025 eru 350.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.

Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.

Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.

Sí: Umsóknarblað og reglugerð.

Freistin at søkja um stuðul er 20. mai 2025

Umsóknir skulu sendast til teldupost umhvorvi@umhvorvi.fo

 

 

 

Mynd/ir: © Símun J. Hansen og Umhvørvismálaráðið

Váttan: Umhvørvismálaráðið váttar, at føroyskir miðlar hava loyvi at nýta viðheftu mynd/ir í sambandi við miðling av hesi grein.