01.10.2021 · Umhvørvismálaráðið

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður setti vinnudagin 2021

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður setti vinnudagin 2021

Góðu tit.

Tað er mær ein heiður at seta vinnudagin og ein stór gleði, sum nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, at fáa høvi at heilsa upp á tykkum øll.

Endiliga eru vit á veg úr heimsfevnandi koronukreppuni. Tað hevur verið heilt avgerandi, at vinnan hevur tikið avbjóðingarnar sum tær komu, at tit hava hildið á, í tann mun tað bar til, og at øll hava fylgt almennu tilmælunum so væl. Eg vil takka tykkum fyri góða samstarvið. Tað gevur orsøk til at síggja ljóst upp á framtíðina við vissu um, at vit eisini klára aðrar stórar avbjóðingar og kreppur so hvørt, sum tær koma.

Eg eri fullvísur í, at tað sum fram um alt hevur hjálpt í kreppuni er, at vit eru so von við broytingar. Vit skulu ikki læra at verða broytingarsinnaði, tí tað er okkum íborið. Vit kenna ikki til annað enn skiftandi veður, skiftandi úrtøku og smidliga arbeiðsmegi.

Evni at laga seg til broytingar er góður førleiki í dag, og verður tað ikki minni í framtíðini. Ein stórur partur av størvunum, sum vit kenna í dag fara at hvørva og onnur koma í staðin. Tí eru evnini at laga seg til nýggjar umstøður og at taka við nýggjum avbjóðingum so avgerandi.

Góðu tit.

Sum landsstýrismaður í umhvørvismálum kann eg í hesum sambandi minna á, at umhvørvismál og veðurlagsbroytingar fara at krevja nógv av okkum komandi árini. Tað er ikki longur neyðugt at taka støðu til, um okkum nýtist at gera nakað fyri at dálka minni og brúka minni orku. Ta støðuna tekur marknaðurin fyri okkum. Vilja vit útflyta okkara vørur, og vilja vit verða eitt áhugavert ferðamál, so mugu vit vísa heiminum, at vit taka umhvørvið og náttúruvernd í álvara.

Eg fegnist tí um átøk, sum flyta okkum rætta vegin. Eitt av hesum er átakið Burðardygt Vinnulív, sum tólv fyritøkur hava tikið stig til fyri at avmarka teirra útlát av veðurlagsgassum. Eg haldi, at tað er fyrimyndarligt, at tit hava sett tykkum slík mál fyri at gera so munandi umhvørvisátøk – og eg havi noterað mær, at í  bóklinginum, sum tit hava gjørt um átakið, siga fleiri tykkara, at tit ikki bara vilja minka um útlátið, men eisini at tit vilja bjóða fram nýggjar loysnir og vørur, sum hjálpa til eitt betri umhvørvi. Tit hava sostatt megnað at umskapa umhvørviskrøv og -trupulleikar til nýggjar vinnuligar møguleikar.

Umhvørvisavbjóðingarnar eru øgiligar. Men við at síggja tær sum møguleikar, heldur enn forðingar, og at síggja loysnirnar sum møguligar nýggjar inntøkur, heldur enn sum útreiðslur, broytist myndin púrasta.

Tað eru eisini fleiri føroyskar íverksetarafyritøkur. sum hava sæð avbjóðingarnar sum møguleikar heldur enn forðingar og tískil hava funnið skynsamar loysnir. Ofta loysnir, sum taka støði í vitanini og tilknýtinum, sum vit hava til sjógvin og sum keyparar úr øllum heiminum kunnu fáa ágóðan av.

Men tað er tungt at fáa vitanarfyritøkur at vaksa í Føroyum. Vit hava hampuligar umstøður at brynja fyrstu hugskotini og at byrja menningina av nýggjum vørum, men tá ið fyritøkurnar vaksa, velja tær ofta at flyta av landinum fyri at fáa atgongd til kapital, vitan og netverk.

Vit mugu virka fyri at fyritøkur kunnu byrja, mennast, trívast og støðast í Føroyum, samstundis sum tær vaksa á altjóða marknaðinum. Og  tað er ein av orsøkunum til at landsstýrið hevur skipað Vakstrarforum, ið eg annars ikki skal koma neyvari inn á her.

Góðu tit.

Úti í heimi síggja vit rembingarnar eftir koronufarsóttina á ymiskan hátt. Skeiklaðar veitingarketur og  øktur flutningskostnaður eru eyðsýnd, men skjótt økjandi tørvurin á arbeiðsmegi tykist eisini taka meginpartin av vesturheiminum á bóli.

Vantandi arbeiðsmegi er eisini ein avbjóðing hjá okkum og tí kundi eg hugsað mær at brúkt seinastu løtuna til at umrøða hesa avbjóðingina.

Ikki tykkum at siga er tørvurin á arbeiðsmegi ein av størstu avbjóðingunum yvirhøvur, ikki bara í framtíðini, men beint her og nú.

Ferðin í føroyska búskapinum er stór, og tað vanta fólk innan flest øll samfelagsøki, bæði vinnugeirar og almennar tænastur. Tí er eisini skilligt, at strongt verður á myndugleikarnar at lætta um atgongdina fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Fyrsti fundurin eg hevði, eftir at eg tók við sum landsstýrismaður, var um útlendingaøkið og um mangulin upp á arbeiðsmegi. Síðani havi eg havt eina røð av fundum við arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg um málið.

Eg skilji væl tykkara ynskir. Mangul upp á arbeiðsmegi avmarkar búskaparligan framburð. Tit fáa ikki veitt tær vørur og tænastur, sum eftirspurningur er eftir.

Hinvegin so vísa fakfeløgini á vandan fyri óskipaðum starvsviðurskiftum og fyri sosialari dumping.

So her eru ymisk atlit at taka, og málið gerst ikki lættari av, at broytingar í útlendingalógini skulu ígjøgnum bæði løgtingið og fólkatingið, og tað kann taka drúgva tíð. Men samgongan hevur sett sær fyri, at vit skulu lætta um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi og gera mannagongdirnar smidligari – og her røkist fyri einum munandi framstigi:

Tað gleðir meg, at eg í dag kann boða frá, at eg í november fari at gera eina avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina sonevnda fast-track skipan, sum vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi. Í hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið. Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi.

Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið

Men – og tað eru eisini nøkur men.

Eg rokni ikki við, at øll avbjóðingin við tørvi á arbeiðsmegi kann ella skal loysast við útlendskari arbeiðsmegi. Vit bæði eiga og hava skyldu til eisini at hyggja eftir okkara heimliga arbeiðsmarknaði og seta okkum spurningin, hvørt tað eru skipanir og strukturar, sum eiga at verða øðrvísi settir saman. Sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum fegnist eg um, at vinnutíttleikin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er hægri enn i øllum londum í Europa. Kortini eiga vit at tora at kjakast um, hvørt tað er rætt at binda stóra fjøld av arbeiðsmegi til arbeiðsgevarar, sum ikki kunnu bjóða starvsfólkunum nakað sum líkist fullari arbeiðsviku og um tað er rætt at skattastuðla føroyskari arbeiðsmegi fyri at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum. Spennandi og áhugavert verður at hoyra kjakið um slíkar spurningar seinni í dag.

Umframt at gera sonevndu fast-track skipanina, so fari eg eisini at seta meg í samband við danska ráharran um at dagføra okkara útlendingalóg um viðfylgjandi familju. Støðan í dag er, at okkara lóggáva er linari enn eitt nú í Danmark, har ávís minstukrøv til inntøku verða kravd fyri at uppihalda eina familju. Her hugsi eg, at vit eiga at tryggja okkum, at fíggjarliga grundarlagið undir eini familju er nøktandi, áðrenn familjan flytir til Føroyar.

Vit hava í dag - frá almennari síðu - eina skipan, har vitjað verður á arbeiðspláss har útlendsk arbeiðsfólk eru. Endamálið er at tryggja, at útlendingar hava virðilig kor. Hetta er ikki tí, at ivast verður í hesum, men fyri at tryggja, at alt er sum tað eigur at vera.

Alt hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at allir partar skulu kenna seg tryggar – útlendski arbeiðarin, arbeiðsgevarin, ja vit sum samfelag eisini.

Góðu tit.

Ein útlendskur arbeiðari, sum kemur til Føroyar, er ikki bara arbeiðsmegi, men eisini eitt menniskja, ein starvsfelagi, ein sosial vera, sum skal loftast so ella so.

Eg veit, at nógv tykkara gera nógv fyri, at útlendsku arbeiðsfólkini hava tað gott. Tit hava stýr á øllum tí formliga, og tit bjóða útlendsku arbeiðsmegini málskeið og vegleiðing. Hetta er avgerandi neyðugt,  tí tað skulu ikki nógvar keðiligar søgur til, áðrenn spurnartekin fer at vera sett við, um tað nú var so snilt at lata so nógv upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Og tær søgurnar ynskja vit ikki at hoyra.

Tað er umráðandi, tit sum arbeiðsgevara taka ábyrgd, men tað er sanniliga umráðandi, at allir partar veruliga taka ábyrgd fyri útlendingunum, sum koma higar til lands at arbeiða.  Her eru avbjóðingar, men tær eru hóast alt munandi hugaligari, enn fólkafráflyting og arbeiðsloysi, og so eru avbjóðingarnar eisini til at loysa.

Góðu tit.

Vit eru heppin, tí Føroyar eru eitt burturúr gott samfelag at liva og virka í. Vit hava gott fólk, dugnaligar fyritøkur og eitt samfelag, sum yvirhøvur er væl skipað. Um vit øll taka ábyrgd, har vit eru sett at virka, møta avbjóðingunum við jaligum hugburði og mennandi loysnum, fer okkum framhaldandi at gangast væl.

Við hesum orðum seti eg vinnudagin 2021.