28.12.2018 · Umhvørvismálaráðið

Landsstýrið letur neyðhjálp til Indonesia

Landsstýrið letur neyðhjálp til Indonesia

Føroyar lata 600.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Indonesia, eftir at ein flóðalda rakti Sundasundið beint fyri jól. Flóðaldan hevur kostað fleiri enn 400 fólkum lívi, 1500 hava fingið skaða og umleið 5600 eru flutt frá húsi og heimi til tryggari øki.

Pengarnir verða latnir Reyða Krossi, sum skipar neyðhjálpararbeiðið í vanlukkurakta økinum. Bæði Reyði Krossur og myndugleikarnir í Indonesia meta, at helst fer talið av deyðum og særdum at økjast næstu dagarnar.

Tilbúgvingarætlanin hjá Reyða Krossi í sambandi við vanlukkuna hevur til endamáls at røkka 7000 fólkum og fevnir millum annað um

  • 22 eindir við sjúkrabilum og manning hjálpa við heilsu- og tilvísingartænastum.
  • tænastudeildir meta um tørvin á neyðhjálp.
  • 14 lastbilar koyra út við vatni.
  • útbering av teppum, vatni, familju- og reinførisútgerð.
  • At stovna neyðhjálpargrunnar sum stuðla harðast raktu økjunum.
  • Eina eind av ortopediskum serlæknum.
  • Fimm eindir av flytførum heilsustovum.
  • Tvær tyrlur til leiting og bjargingarvirksemi.