
Broytingar eru gjørdar í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir og kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum í sambandi við jarðhitaboringar.
Við hesum broytingum verða krøvini til jarðhitaboringar herd, myndugleikarnir fáa betri eftirlitsheimildir við jarðhitaboringum og Jarðfeingi fær ymsar skyldur m.a. at gera ummæli, mátingar og skrásetingar.
Landsstýriskvinnan fegnast um at hesar broytingar eru við til at tryggja, at dálkingin av jarðhitaboringum minkar munandi.