10.07.2020 · Umhvørvismálaráðið

Kommunuval 2020

Kommunuval 2020

Kommunuval verður týsdagin 10. november 2020.

Um rættin at greiða atkvøðu við brævi

Veljarar, sum ætla at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, kunnu taka lut í valinum við at greiða atkvøðu við brævi.

Frá 10. juli 2020 at rokna kunnu sjófólk og onnur, sum ikki vænta at vera heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, greiða atkvøðu við brævi.

Í øðrum førum kann atkvøðuseðilin fyllast út í fyrsta lagi eina viku undan valdegnum, t.e. frá týsdegnum 3. november 2020.

Um kommuna, sendistova, reiðarí ella onnur hava tørv á brævatkvøðutilfari, kann teldupostur sendast til uvmr@uvmr.fo við áheitan um at fáa brævatkvøðutilfar útflýggjað.

Nærri upplýsingar um rættin at greiða atkvøðu við brævi og um kommunuvalið annars verða lagdar út her.