26.10.2018 · Umhvørvismálaráðið

Íverksetaratiltak á Sendistovuni í Keypmannahavn

Íverksetaratiltak á Sendistovuni í Keypmannahavn

Gott hundrað útisetar, føroyskir íverksetarar og umboð fyri alla føroysku vinnuframaskipanina og Fróðskaparsetrið, hittust í dag á Norðurbryggjuni, á íverksetaratiltaki, sum Sendistova Føroya í Keypmannahavn skipaði fyri.

Endamálið við tiltakinum var at styrkja sambandið við útisetar, sum hava áhuga fyri vinnulívi og íverksetan. Og at vísa tað, sum Sendistovan saman við føroysku vinnuframaskipanini hevur at bjóða íverksetarum.

Sendistovan hevur øll árini bjóðað føroyskum fyritøkum karmar og tænastur til, og seinastu tvey árini hevur sendistovan eisini boðið íverksetarum at leiga arbeiðspláss fyri serliga lagaligar treytir í sonevnda Menningardeplinum. Tað verður gjørt í samstarvi við allari føroysku vinnuframaskipanini, sum bjóðar ráðgeving yvir Skype, ella her á sendistovuni, tá ið tey eru stødd í Keypmannahavn.

Orsøkin til, at flest øll lið í føroysku vinnuframaskipanini fara til Danmarkar at bjóða seg fram fyri útisetum er einføld. Vit vilja, at føroyskar fyritøkur mennast og at tær vaksa út í heim, og bjóðaði heiminum, segði Poul Michelsen. Hann legði dent á týdningin av, at føroyingar sum byrja virki uttanlands, varðveita tættast møguligt samband við føroyingar og føroyskt vinnulív, sama um tey eru stødd í Føroyum, í Danmark ella í onkrum heilt øðrum parti av heiminum.  Eitt sterkt netverk millum føroyingar og føroyskar fyritøkur um allan heimin, ger okkum øll ríkari.

Sigmundur Ísfeld, Sendimaður

Dann Thorleifsson

Dann Thorleifsson, íverksetari, hevði framløgu um sína fyritøku Sencure Design, sum hann, saman við einum øðrum byrjaði í 2010

Casper Blom

Casper Blom, hevði íblástrarfyrilestur um sína lívsleið sum íverksetari