
Vilt tú verða partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi?
Umhvørvismálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv
Umhvørvismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum og umsitur millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, byggimál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.
Um starvið
Uppgávurnar eru skiftandi og fevna í høvuðsheitum um:
· at ráðgeva landsstýrisfólkinum og leiðsluni,
· at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
· at luttaka í og leiða verkætlanir,
· at gera greiningar
· at arbeiða við málum tvørtur um stjórnarráð
· vanliga málsviðgerð
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur., cand.merc.jur., cand.scient.pol. o.tíl. Lógarfyrireikandi arbeiði fyllir nógv, og tí eru royndir við lógarsmíði ein fyrimunur. Vit vænta, at tú:
· hevur góð samstarvsevni,
· hevur góð greiningarevni og politiskt tev,
· dugir væl at samskifta í skrift og talu og
· ert sjálvstøðug/-ur, tænastusinnað/-ur, miðvís/-ur og fleksibul og
· til reiðar at taka tøk, tá ið á stendur.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, har ið nógv ferð mangan er á. Arbeiðstíðin fellur viðhvørt uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, har ið vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit leggja dent á samstarv, vitanarbýti og fakliga menning.
Løn- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Setanarøkið fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknarfreist
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal vera Umhvørvismálaráðnum í hendi í seinasta lagi 14. juli 2025 kl. 10:00. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á telefon 558090 ella við telduposti á hilmarh@umhvorvi.fo.
Umsóknir skulu sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.