26.03.2024 · Umhvørvismálaráðið

Fulltrúar til Umhvørvismálaráðið

Fulltrúar til Umhvørvismálaráðið

Fulltrúar til Umhvørvismálaráðið

Umhvørvismálaráðið søkir eftir einum fulltrúa í fast starv og einum í farloyvisstarv, at byrja skjótast gjørligt.

Umhvørvismálaráðið er nýtt ráð, ið umsitur nøkur av mest avgerandi økjunum fyri okkara framtíð. Millum annað umhvørvismál, náttúrumál, veðurlagsmál, orkumál, bústaðarmál og arbeiðsmarknaðarmál.

Sum fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum ráðgevur tú landsstýriskvinnu og leiðslu, lýsir, viðger og avgreiður mál, innan náttúru- og umhvørvisøkið umframt arbeiðsmarknaðarøkið.

Eisini umboðar tú ráðið í samstørvum  og verkætlanum í heimligum og altjóða høpi, og  samskiftir við og stuðlar stovnum undir Umhvørvismálaráðnum.

Harumframt fyrireikar tú lógaruppskot og kunngerðir og svarar fyrispurningum.

Tú starvast í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, og neyðugt er at taka tøk tá á stendur.

Tú hevur ríkan møguleika at mennast fakliga og menniskjaliga við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti úteftir.

Hóast størvini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, verða uppgávurnar loystar í samstarvi við starvsfelagar.

Dynamiskt umhvørvi

Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi. Vit eru eitt óformelt dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit koma hvørjum øðrum við og lyfta í felag.

Til tíðir er arbeiðstrýstið stórt, og tá taka við eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.

Tú kanst – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – skipa tín egna arbeiðsdag.

Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt lívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú innan løgfrøði ella samfelagsvísund.

Vit vænta, at tú

  • hevur áhuga fyri málsøkjunum, sum Umhvørvismálaráðið varðar av
  • kundi hugsað tær at arbeitt við at menna og dagføra økini
  • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskiftum og politiskt tev
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • ert tænastusinnað/-ur, fleksibul og dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum vit hava ábyrgdina av.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanin fevnir um Umhvørvismálaráðið og stovnar undir ráðnum umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsóknarfreist

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast Umhvørvismálaráðnum á umhvorvi@umhvorvi.fo og vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 9. apríl 2024 kl. 12:00.

Størvini verða sett frá skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra, á pole@umhvorvi.fo ella á tlf. 556076.