11.05.2018 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar eru ein arktiskur miðdepil

Føroyar eru ein arktiskur miðdepil

Tað var ein av niðurstøðunum hjá Poul Michelsen og Ólafi Ragnar Grímsson, tá teir tóku saman um ráðstevnuna Arctic Hubs, sum um dagarnar var í Norðurlandahúsinum.

Útivið 300 fólk vitjaðu ráðstevnuna, teirra millum umleið 120 útlendingar úr 21 londum. Talan var millum annað um ráðharrar, tinglimir, borgarstjórar, sendiharrar, granskarar og vinnulívsfólk bæði úr Føroyum og uttaneftir.

“Við ráðstevnuni komu Føroyar nærri Arktis og Arktis nærri Føroyum. Vit fingu staðfest ovurstóra altjóða áhugan fyri okkara øki, og markerað okkum sum ein miðdepil í arktiska økinum,” sigur Poul Michelsen.

Skráin fevndi um slakar 100 fyrilestrar og framløgur, sum úr ymsum sjónarhornum viðgjørdu spurningin, hvussu til ber at tryggja burðardyggan búskaparvøkstur, eitt varandi undirstøðukervi, sterk samfeløg og fólkavøkstur á norðurleiðunum og í Arktis.

Eisini leikluturin hjá Arktis heimssamfelagnum fylti nógv, nú heimsins lond av álvara eru farin at sýna norðurleiðunum áhuga.

“Ráðstevnan er eitt sterkt grundarlag at byggja á. Tingini henda við rúkandi ferð rundan um okkum, og vit kunnu staðfesta at á nógvum økjum eru Føroyar ein fyrimynd hjá øðrum. At hýsa eini ráðstevnu sum hesari er eitt gott høvi hjá Føroyum og føroyskum vinnulívi at gera seg galdandi í einum av stóru heimspolitisku spurningunum í okkara tíð,” sigur landsstýrismaðurin.