23.05.2024 · Umhvørvismálaráðið

Elveitingarlógin samtykt

Elveitingarlógin samtykt


Løgtingið samtykti í dag uppskotið um broytingar í elveitingarlógini. Við lógarbroytingini er staðfest, at SEV
varðveitir sín samhaldsfasta leiklut sum neteigari og kervisábyrgdari uttan kapping við onnur. SEV skal tí
skjótast gjørligt undir eina tilgongd at tillaga bygnaðin og viðtøkurnar, soleiðis at elframleiðsla og annað
virksemi, sum verður útint í kapping við onnur, verður skipað í egið felag.


SEV skal eisini fyrireika eina prísskipan, sum bjóðar el fyri lægri prís í tíðarskeiðum við lítlari ella ongari
olju í elframleiðsluni. Lægri prísur kann bæði ásetast fyri elprísin og fyri netprísin. Vónandi verður ein slík
skipan klár at taka í nýtslu innan eitt ár.


Fjarhitavirksemi verður nú fevnt av eini loyvisskipan, sum er rættiliga lík henni, sum er galdandi á eløkinum.
Krøv kunnu frameftir setast fjarhitafeløgum, sum tryggja fjarhitabrúkarum størri gjøgnumskygni í prísum og
betri brúkaravernd, og sum tryggja, at fjarhitafeløg ikki brúka ov nógva olju í hitaveitingini.
Eisini er ein ognartøkuheimild útvegað til orku- og fjarhitaútbyggingar. Mett verður, at tørvur er heimildini,
tí grønar orkuútbyggingar eru týðandi fyri samfelagið í grøna orkuskiftinum.


Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fegnast um, at ein týðandi varði fram ímóti grøna orkuskiftinum er
rokkin í dag. Landsstýriskvinnan ætlar at taka arbeiðið at skipa ein elmarknað við einum fjølbroyttum
søluliði og eginframleiðslu fram aftur í heyst.