26.03.2018 · Umhvørvismálaráðið

Eitt nýbrot í føroyskari alivinnu

Eitt nýbrot í føroyskari alivinnu

Fríggjadagin skipaði Marine Harvest fyri móttøku á nýggju smoltstøðini á Hellunum. Við nýggju støðini ber til at ala størri smolt, ið letur upp fyri betri vakstrarmøguleikum og betri fyribyrging av smittuvanda og lús.

Alarar byrjaðu á Hellunum í 1984, tá royndir vórðu gjørdar at ala í útikørum fram við Laksá.

“Mær er fortalt, at fyri at hava eftirlit og tryggja, at alt gekk sum tað skuldi, lógu hesi undangongufólk ofta nátt í tjøldum her á leiðini fyrstu tíðina.

At vit nú standa á sama stað, men í eini av mest framkomnu og burðardyggu smoltstøðum í heiminum er ein góð mynd av alivinnuni í Føroyum, síðan hon byrjaði. Ein vinna sum arbeiðir miðvíst, er fús at læra av fortíðini og at taka tøkni og vitan til sín,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í røðu síni til móttøkuna.

Smoltstøðin hjá Marine Harvest endurnýtir 99,3 prosent av vatninum. Tí er vatnnýtslan lutfalsliga lítil og inntrivið í náttúruna tí avmarkað.

“Náttúran er okkara virðismesta tilfeingi. Røkja vit hana ikki, máa vit grundarlagið undan framtíðini. Við nýggju smoltstøðini, er burðurdygdin á hásæti. Og at Marine Harvest leggur seg eftir at røkja umhvørvið og náttúruna, har fyritøkan virkar, síggja vit her á snotiligu støðini. Tað síggja vit á sandinum, sum fyritøkan hevur endurskapt skamt herfrá og tað síggja vit eisini við endurskapta sandinum í Haldórsvík,” segði landsstýrismaður.

Løgtingið fer í næstum at samtykkja uppskotið um nýggja alilóg. Lógin skal tryggja vinnuni góðar karmar, eggja til burðardygd og økja um vakstrarmøguleikar innan aling í Føroyum.

“Tað er ikki bara lætt at snikka til eitt lógaruppskot til eina vinnu, ið er so dynamisk og framskygd sum alivinnan. Men sum uppskotið nú sær út, eri eg sannførdur um, at tað fer at stimbra burðardyggan og skilagóðan vøkstur langt inn í framtíðina.

Ikki minst fer lógin at rúma vøkstri og møguleikum fyri nýggjum virksemi, bæði á landi og sjógvi,” segði Poul Michelsen at enda.