11.09.2023 · Umhvørvismálaráðið

Broytingar framdar í fiskavirkisskipanini

Broytingar framdar í fiskavirkisskipanini

Eitt samt ALS stýri hevur mælt landsstýrinum til at fremja broytingarnar í kunngerðini fyri fiskavirkisskipanini. Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Ingilín D. Strøm, hevur nú sett broytingarnar í gildi.

Avleiðingarnar eru millum annað, at tey, ið eru í fiskavirkisskipanini skjótari kunnu koma í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Í vanligu arbeiðsloysisskipanini verður arbeiðsloysisstuðul goldin út til arbeiðsleys fyri 40 tímar um vikuna, meðan tað verður goldið fyri 32 tímar um vikuna í fiskavirkisskipanini. Hetta er sostatt ein bati fyri tann arbeiðsleysa, tí útgjaldið verður hægri. Eisini ber tað í vanligu arbeiðsloysisskipanini til at bjóða fólki annað starv. Í hesum tíðum, tá ið nógvir arbeiðsgevarar mangla arbeiðsmegi, verður hetta sostatt ein fyrimunur fyri flytførið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.