04.11.2021 · Umhvørvismálaráðið

Avtala undirskrivað um nýggja skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi – sonevnd fast-track skipan

Avtala undirskrivað um nýggja skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi – sonevnd fast-track skipan
1 / 2

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, og Mattias Tesfaye, danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, hava í dag undirskrivað avtalu um eina nýggja fast-track skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Nýggja skipanin gevur føroyskum vinnulívi betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, umframt at skipanin styttir viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum.

“Eg fegnist um, at vit á hendan hátt kunnu gera tað lættari hjá føroyskum vinnulívi at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini. Somuleiðis haldi eg, at tað er týðandi, at vit alla tíðina royna at gera okkara fyrisiting so smidliga sum gjørligt”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Nýggj fast-track skipan

Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og Búskaparráðið hevur mælt landsstýrinum til at økja um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi, annars fer hendan støðan at tálma búskapinum óneyðugt.

Nýggja fast-track skipanin gevur øllum vinnugeirum í Føroyum møguleikan at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum, sum ikki eru í ES. Áður hevur tað verið so, at bara fiskavirki kundu fáa ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum. Serliga er tað innan tænastu-, gistingar- og matstovuvinnuna at tørvur er á arbeiðsmegi.

Nýggja skipanin fer at virka frá 18. november.

Arbeiðsgevarar undangóðkennast

Magnus Rasmussen leggur tó serligan dent á, at útlendska arbeiðsmegin skal arbeiða eftir føroyskum sáttmálum og fyri føroyska løn.

Arbeiðsgevarar, sum ynskja at brúka skipanina, skulu undangóðkennast hjá Útlendingastovuni. Teir skulu millum annað vátta, at útlendska arbeiðsmegin fær setanarbræv sambært føroyskari lóg, at lønin er eftir føroyskum sáttmála, og at arbeiðsumstøðurnar annars eru á støði við føroysk viðurskifti.

Danska Styrelsen for international rekruttering og integration (SIRI), móttekur og avgreiðir eins og nú umsóknirnar um arbeiðsloyvi.

Útlendingastovan er í ferð við at menna kravfestingar og umsóknarskjøl til undangóðkenningina. Í næstum verður kunnað neyvari um hetta á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Smidligari umsiting og stytt viðgerðartíð

Undir verandi skipan kann tað vera rættiliga drúgt og umsitingarliga tungt at fáa avgreitt arbeiðsloyvi til arbeiðsmegi úr triðjalondum. Tað er ikki óvanligt, at tað tekur 2-3 mánaðir at avgreiða eitt arbeiðsloyvi.

Eitt av høvuðsendamálunum við nýggju fast-track skipanini er tí at stytta munandi um viðgerðartíð og umsitingina í sambandi við arbeiðsloyvi. Føroyskir og danskir myndugleikar hava sett sær sum mál, at fullfíggjaðar umsóknir um undangóðkenning skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 10 døgum, og at fullfíggjaðar umsóknir um arbeiðsloyvi skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 30 døgum.

Fokus á eftirlit

Í tilgongdini til nýggju avtaluna hevur verið samskift við viðkomandi fakfeløg. Fakfeløgini hava víst á, at tað er týðandi, at eftirlit er við at útlendska arbeiðsmegin arbeiðir og verður lønt sambært føroyskum sáttmálum. Til tess at tryggja hetta, hevur Styrelsen for international rekruttering og integration (SIRI) eins og nú eftirlit við, at føroyskir sáttmálar verða hildnir. Eisini verða eftirlitsvitjanir gjørdar fýra ferðir um árið, har Arbeiðseftirlitið, TAKS og løgreglan kanna, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi.

ES skipanin verður varðveitt

Nýggja fast-track skipanin verður einans brúkt til arbeiðsmegi úr triðjalondum. ES-skipanin verður varðveitt, og arbeiðsgevarar, ið ynskja arbeiðsmegi úr ES, skulu framvegis nýta ES-skipanina.

Fer úr gildi, um arbeiðsloysið økist

Fast-track skipanin er ætlað til at bøta upp á stóra tørvin á arbeiðsmegi, sum er í Føroyum í løtuni. Skipanin fer tí úr gildi, um arbeiðsloysið fer upp um 3,5 %. Landsstýrið kann eisini við fráboðan til danskar myndugleikar seta skipanina úr gildi lutvís. Um arbeiðsmegi til dømis er tøk í einum ávísum vinnugeira, kann landsstýrið seta skipanina úr gildi fyri hendan vinnugeiran.