07.05.2019 · Umhvørvismálaráðið

Arktiskur ráðharrafundur í Finnlandi

Arktiskur ráðharrafundur í Finnlandi

Uttanríkisráðharrarnir í arktisku londunum hava í morgun havt fund í finska býnum Rovaniemi.

Í røðu síni legði Poul Michelsen, landsstýrismaður, dent á, at avbjóðingarnar í sambandi við veðurlagsbroytingar og økt virksemið um okkara leiðir ikki bara skulu síggjast sum trupulleikar og forðingar, men eisini eru møguleikar fyri nýhugsan og menning.

”Vit mugu í felag finna røttu javnvágina millum avmarkað lívfrøðiligt tilfeingi og burðardygga nýtslu. Í Føroyum leggja vit alla orku í hetta. Vit vænta okkum gott samstarv við framskygdar aktørar í Arktis, sum eisini vilja menna nýskapandi arbeiðshættir og tøkni innan aling, nýskapandi nýtslu av vørum úr sjónum innan gastronomi, sniðgeving og móta, og somuleiðis burðardygga handfaring av øktu ferðavinnuni í okkara øki,” segði Poul Michelsen millum annað.

Eftir fundin er semja í Arktiska Ráðnum um, at burðardygg menning og umhvørvisvernd framhaldandi skulu hava hægstu raðfesting í arktiska samstarvinum.

Í sambandi við fundin, nýtti Poul Michelsen høvi at skifta orð við m.a. amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo og russiska uttanríkisráðharran Sergei Lavrov.

Amerikanska uttanríkisráðharrin Mike Pompeo, danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen og Poul Michelsen, landsstýrismaður

Russiski uttanríkisráðharrin Sergei Lavrov, Anders Samuelsen, Ane Lone Bagger, grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum og Poul Michelsen