15.02.2023 · Umhvørvismálaráðið

Almennir bygningar skulu hava grønar orkuloysnir

Almennir bygningar skulu hava grønar orkuloysnir

Meginparturin av landsins bygningum verða hitaðir við olju, og orkunýtslan er stór. Landið eigur 179 bygningar, harav bara 10% brúka varandi orku. Skulu vit gera okkara altjóða skyldu at avmarka veðurlagsbroytingarnar, skulu vit næstu tíðina hava eitt skjótt og varandi orkuskifti. Hetta er somuleiðis partur av Orku og Veðurlagspolitikkinum, ið varð samtyktur í løgtinginum.

At hita landsins bygningar við olju hevur bæði við sær eina óneyðuga øking av útlátinum, umframt at tað er dýrt. Við verandi oljuprísum kann landið í minsta lagi spara 20 til 25 milliónir árliga í rakstri við at fara frá dýru og dálkandi oljuni.

Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at bygningarnir hjá landinum í nógv størri mun skulu brúka varandi orku.

“Tað er gott, at fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt. Tað er upp á tíðina, at vit sleppa okkum av við oljuna til upphiting, tí eri eg fegin um, at vit endiliga raðfesta at leggja landsins bygningar um”.

Landsstýrið hevur sett av 5 mió.kr. til endamálið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023. Landsverk fer at umsita játtanina.