28.02.2020 · Umhvørvismálaráðið

»Alivinnan flytur ambitiónirnar hjá øðrum«

»Alivinnan flytur ambitiónirnar hjá øðrum«

Sjálvsálitið í Føroyum er styrkt munandi seinastu 20 árini, og ambitiónirnar hjá okkara fyritøkum og einstaklingum hava flutt seg.

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, tá ið hann setti árligu aliráðstevnuna á Hotel Føroyum fyrrapartin.

- Sum samfelag tora vit betur. Vit hugsa størri. Og vit lata okkum ikki avmarka av teimum, sum siga, at einki ber til, segði hann.

Dømini eru mong. Úr rúgvuni kunnu nevnast, at heimsins bestu matstovur keypa laks úr Føroyum, Bakkafrost hevur keypt seg inn í skotsku alivinnuna, Michelin-stjørnur eru komnar til Føroya, føroyskir granskarar fáa pláss í heimsins fremstu tíðarritum, og í summar eiga Føroyar aftur eitt ítróttafólk, sum fer at kappast millum heimsins bestu í OL.

- Hetta var óhoyrt fyri 20 árum síðan, segði Helgi Abrahamsen.

Alivinnan eigur virknan lut

Orsøkirnar til góðu gongdina eru fleiri, men føroysku alifyritøkurnar hava verið við til at traðka rás.

Føroysk alivinna er so frammalaga, at umboð fyri útlendskar fyritøkur ferðast í hópatali til Føroya, tí tey vilja vita, hvussu føroyskir alarar bera seg at.

- Hetta ger nakað við sjálvsfatanina hjá okkum øllum. Eg eri sannførdur um, at tykkara góðu úrslit eru við til at flyta ambitiónirnar hjá teimum, sum virka í øðrum vinnugreinum. Úti á okkara firðum sæst jú púra greitt, at í Føroyum ber væl til at taka initiativ, spenna seg út og hugsa stórt og øðrvísi. Og júst tað hevur ein samfelagsligan týdning, sum ikki skal undirmetast, segði landsstýrismaðurin í røðuni.

Peikifingurin á lofti

Men bøtast skal um tað, sum krevur ábøtur.

Við peikifingrinum á lofti segði landsstýrismaðurin, at atlit skulu í størri mun takast at umhvørvinum, støðan við laksalúsini er framvegis ikki nóg góð, og fellið er ov stórt.

- Eg veit væl, at tað er bæði dýrt og trupult at virka undir teimum mongu krøvunum, sum myndugleikarnir seta. Mong tung tøk eru eisini tikin á føroysku firðunum seinastu árini. Men stríðið lønar seg í longdini.

- Í Norra eru sum heild góðar royndir við lágum lúsamarki, og eg eri sannførdur um, at føroyska alivinnan fer eisini at tillaga seg herdu treytirnar við góðum úrsliti, vísti landsstýrismaðurin á.

Les røðuna hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, her.