05.04.2018 · Umhvørvismálaráðið

Á føroyskum veingjum í 30 ár

Á føroyskum veingjum í 30 ár
  1. mars skipaði Atlantic Airways fyri 30 ára føðingardagshaldi á flogvøllinum. Har fingu gestirnir høvi at vitja umborð á flogførum, tyrlum, umframt at tónleikur og gávuhandanir vóru á skránni.

Poul Michelsen, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, legði í røðu síni dent á grundtankan aftanfyri eitt føroyskt tjóðarflogfelag.

“Fyri tretivu árum síðan gjørdist ein hugsjón til veruleika. Ein hugsjón um, at Føroyar hava tørv á egnari loftbrúgv. Eini loftbrúgv, sum setur avbyrgdu Føroyar í miðdepilin mitt í Norðuratlantshavi. Og sum fyrst og fremst skal knýta okkum nærri at umheiminum og beina burtur tær forðingar, sum frástøða kann hava fyri áhaldandi framburð í Føroyum,” segði Poul Michelsen.

“At vinnulív, ferðafólk og almennu Føroyar hava staðið saman um tjóðarflogfelagið man vera ein høvuðsorsøk fyri sólskinssøguna Atlantic Airways.

Men uttan at at taka nakað frá nøkrum, loyvi eg mær – í hesum sambandi – at veita eina serliga heilsan og tøkk til Hans Hansen, flogskipara, sum við sínum dugnaskapi og stríðsvilja eigur sín stóra lut í hesi sólskinssøgu.”

Í 1988 var politiska hugsjónin eitt føroyskt flogfelag. Í 30 ár hevur Atlantic Airways verið við til at menna vitan og førleikar um loftferðslu í Føroyum. Tí verður nú arbeitt við at yvirtaka umsitingina og rakstur av flogferðsluni yvir Føroyum.

“Í 2015 setti landsstýrið sær fyri at raðfesta loftferðsluøkið hægri. Í dag arbeiða vit við at yvirtaka málsøkið loftferðslu og á tann hátt útvega okkum neyðuga vitan og førleikar soleiðis at vit sjálvi megna at lóggeva, umsita og reka flogvinnuna á ein tryggan og góðan hátt.”

Eisini ferðavinnan er eitt raðfest øki hjá landsstýrinum. Í tí sambandi hevur Atlantic Airways eina týðandi leiklut.

“Ferðavinnan er veruliga við at taka dik á seg í Føroyum. Atlantic hevur stóran lut í, at vit eru komin so langt, sum vit eru. Og nú heimurin byrjar at lata eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli, ivist eg ikki í, at Atlantic í góðum stevi saman við restini av ferðavinnuni fer at lyfta uppgávuna og tryggja føroyska búskapinum enn eitt bein at standa á,” segði landsstýrismaðurin.

At enda segði Poul Michelsen seg vænta, at Atlantic Airways er væl fyri at taka á seg nýggjar avbjóðingar í framtíðini.

“Vit, sum hava livað nøkur ár, vita at 30 er ein góður aldur. Orka, styrki og hugsjónir mangla ikki, men samstundis eru vit brýnd og búnað til bæði at taka ábyrgd og avbjóðingar.

Enn einaferð til lukku, takk fyri mongu túrarnar og blíðan byr.”