Náttúruvernd

Náttúruvernd er skipað eftir løgtingslóg um náttúrufriðing

Lógin ásetur at vit skulu fara væl um náttúruna, og at vit ikki óneyðugt skemma náttúruna við burturkasti, dálking o.ø.

Somuleiðis ásetur lógin at bygging uttangarðs og á ávísum støðum innangarðs, tætt við fjøru, vøtn, størri áir og viðarlundir, ikki er loyvd, uttan loyvi frá friðingarnevnd. Eisini skal friðingarnevnd góðkenna grótbrot og størri inntriv, ið kunnu væntast at broyta sermerkt landsløg ella náttúru.

Við friðingarlógini kunnu friðingartiltøk setast í verk.

Friðingarlógin verður umsitin av friðingarmyndugleikunum. Ein friðingarnevnd er í hvørjari sýslu og ein yvirfriðingarnevnd, sum er fyri alt landið.