Orka og elveiting

Yvirskipaða málið við orku- og elveitingarpolitikkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.

Aðalmálið er, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størri mun nýta varandi orkukeldur, eins og umráðandi er, at Føroyar sjálvar hava ræðið á hesum so týðandi luti, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

Ferð á grøna orku

Samgongan hevur sett sær glæsilig mál á orkuøkinum. Í samgonguskjalinum frá 14. september 2019 stendur soleiðis:

Fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar og vinna samstarva. Vit skulu gera grønar orkuloysnir bíligari fyri brúkaran og seta í verk skipanir og lóggávu, ið minka um til dømis dálking og matoysl. Eisini eiga pantskipan og endurnýtsla at verða raðfest.

Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni.

Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo og Jarðfeingi www.jf.fo