Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur eina játtan á 800 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.

Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.

Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvismálaráðið, Gongin 7,  100  Tórshavn ella til umhvorvi@umhvorvi.fo.