Lendi

Sambært býarskipanarlógini er tað tann einstaka kommunan, sum varðar av lendisplanlegging í kommununi.

Tílík lendisplanlegging verður framd við einari býarskipan og byggisamtykt. Heilsu- og innlendsimálaráðið góðkennir byggisamtyktir, eftir at hesar eru viðgjørdar av byggi- og býarskipanarnevndini í kommununi og ummældar av býarskipanarnevndini.

Sambært lógini skulu allar kommunur hava eina góðkenda byggisamtykt.